NAX skipar ymiskum túrum við skjóttgangandi báti. Túrarnir vera skipaðir í samstarvið við viðskiftafólkið eftir tørvi, áhuga og ynski.
NAX eigur tveir skjóttgangandi RIB bátar, SCORPION og EAGLE.
Niðanfyri eru hugskot á túrar, ið NAX skipar fyri.
Uppliva ta vøkru Nólsoy frá sjónum, har luttakararnir síggja tey stórbæru bjørgini, hellir og stakkar. Nólsoy hevur eitt ríkt fuglalív. Í fuglabjørgunum býr ein av heimsins størstu stovnum av Drunnhvíta (50.000 pør).
Siglt verður runt Borðuna har vitin og húsini hjá vitapassaranum standa. Trý húski búleikaðist einaferð í húsinum, men nú er fólkatómt.
Túrurin er við skjóttgangandi báti og ferðaleiðari greiður frá søgum um íbúgvar og oynna.
© Nax