NAX

Nax – North Atlantic Xperience

NAX er ein føroysk fyritøka, sum skipar fyri tiltøkum og succesupplivingum til fyritøkur, stovnar og bólkar innan ferðavinnuna. Fyri tað mesta eru vit úti í okkara vøkru og óspiltu náttúru. Uttan mun til um tit ynskja upplivingar á landi, á sjónum ella í luftini ella kanska eitt sindur av hvørjum, seta vit skránna saman júst eftir tykkara ynskjum.

Í Føroyum eru góðir møguleikar at tvinna toymismenning saman við ógloymandi upplivingum, langt burtur frá gerandisdegnum. Soleiðis styrkist fatanin og málið festir seg hjá luttakarunum.

Okkara háttur at avvikla eitt tiltak uppá, er so væl umtóktur, at vit eisini fyriskipa tiltøk uttanlands.

Í Íslandi eru vit í gongd við at menna ymisk tiltøk.

Søgan

Felagið varð stovnað á heysti í 2009 m.a. saman við donsku teambuildings fyritøkuni CoastZone. Vit valdu sama samleika so okkara fyritøka kom at eita CoastZone North Atlantic.  Sløk 3 ár seinni, fór danska fyritøkan úr okkara felag. Semja var um, at vit varveittu navnið.

Á heysti 2014 fingu vit nýggjan samleika sum nú er NAX – North Atlantic Xperience.

Navnið umboðar norðuratlantin. Í búmerkinum er norðstjørnan við einum cirkli rundan um. Norðstjørnan er álítandi, hon vísir vegin og umboðar norðaru hálvkúlu, nakað vit sammeta okkum við

Soleiðis gera vit

Vit hava drúgvar royndir við at menna og optimera bólkar og lið, umframt at grundleggja og framhaldandi røkja virðisgrundarlagið. Skráin verður samansett soleiðis, at øll kunnu vera við. Tað kann vera árliga útferðin,  at starvsfólkahópurin skal samansjóðast ella eitt ávíst endamál, ið virkið arbeiðir við. Vit eru ein mobil eind, og vit skipa fyri tiltøkum um alt landið og eru byrja uttanlanda eisini. Soleiðis eru altíð nýggjar upplivingar í okkara valmøguleikum.

Á einum toymismenningardegi samstarva bólkar um at loysa ymiskar praktiskar og logiskar uppgávur, samansettar við avbjóðingum og upplivingum. Eitt tiltak kann taka støði í einum ávísum tema, t.d. virðisgrundarlagnum í fyritøkuni, visjón og missión ella trygd. Framferðin er grundleggjandi í hesum viðurskiftum. At arbeiða við einum ávísum máli gjøgnum praktiskar venjingar vísir seg at seta seg fast í okkara minnið. 

Dømi um upplivingar og avbjóðingar

Vit skapa upplivingar tit aldrin gloyma, og tryggja felags framtíðar referensukarmar.

Burðardygg
Vit arbeiða um alt landið og samstarva við lokalar veitarar. Vit vilja vera við til at menna aðrar vinnur. Soleiðis skapa vit eina upprunaliga uppliving av føroyska samfelagnum.

Umhvørvið – National Geographic

Uttan mun til hvat vit gera, og hvar vit eru, hevur tað alstóran týdning, at eingi negativ árin eru á náttúruna. Um vit eru í iva, t.d. um djóra- ella plantulívið, ja, so leita vit okkum servitan, ella halda okkum burtur.

National Geographic hevur sagt, at Føroyar eru heimsins mest óspoleraða oyggjaland. Okkara atferð í náttúruni og virðing fyri henni ger, at vit undir øllum umstøðum ikki verða atvoldin til, at hesin stóri heiður fellur Føroyum av hondum.

Les meira á www.nationalgeographic.com

Til hvørt tiltak kunna vit um hesi viðurskifti og seta krøv til luttakararnar.

Lata einki eftir okkum, ið ikki hoyrir náttúruni til

Taka einki við okkum, ið hoyrir náttúruni til

Taka tað við okkum, ið ikki hoyrir náttúruni til

Trygd
Vit hava eina greiða trygdarætlan, sum alla tíðina er í fokus. Okkara starvsfólk eru útbúgvin til tað tey gera, tí kunnu vit gera tað, vit gera! Vit brúka bara undirveitarar, ið hava neyðuga góðkenning. Tá vit skipa fyri úti í náttúruni, søkja vit vitan áðrenn, bæði lokala og servitan.

Set teg í samband við okkum og fá eitt óbindandi prát um eitt tiltak fyri fyritøkuna.

Alt ber til, tað veldst bara um tykkara hug og orku.

 

Vitja okkum á NAX á www.nax.fo