High Performance Team fyrilestur

Við  HPT fyrilestri taka vit støði í tí einstaka saman við bólkinum. HPT vísir á styrkina við ymiskleikanum, og hvussu tú brúkar hann í verki við opnum og ærligum samskifti. Tað er t.d. vísindaliga prógvað, at menniskja upplivir nøgdsemi, tá undirhaldið er at tosa um onnur. Tí venja vit samskifti at tosa við og ikki um hvønn annan. Vit halda, at øll menning í fyritøkuni er fyrst og fremst grundað á tey menniskjaligu virðini.

Arbeiða ímóti menniskjaligu natúrini?

Til gagns fyri effektivitetin krevst í summun førum,  at menniskju skulu arbeiða ímóti egnari natúr.Tað er tá vit skulu samskifta beinleiðis og ærliga. Eisini tá tað kemur til broytingarsinnið skulu vit arbeiða ímóti egnari natúr. Yvirhøvur eru menniskju av náttúruávum ímóti broytingum í lívinum og vilja helst vakna uttan stórvegis broytingar.

Við at stimbra broytingarsinnið og mátan vit samskifta uppá, mennist virkið

Starvsfólk í dag noyðast at fyrihalda seg til áhaldandi broytingar á arbeiðsmarknaðinum. Soleiðis er nútíðar samfelagið.

Persónlig menning gjøgnum avbjóðingar ?

Okkara konsept við avbjóðingum er bygt á persónliga menning og kann beinleiðis vísast til arbeiðsstøður, t.d. at stimbra broytingarsinnið. Ymiskt er, hvat ein avbjóðing er fyri tann einstaka. Tí hava vit nógvar ymiskar avbjóðingar á skránni. Øll skulu fáa kensluna av succesupplivingum gjøgnum ein toymismennandi dag við NAX. Tað stendur altíð til tann einstaka, hvussu langt hann vil fara. Vit skapa karmanar og tryggleikan og eggja luttakaran. Við virðing fyri tí einstaka er tónin altíð vinarligur og eggjandi. Tað er tað, ið ger okkum til tað, vit eru.

Vit hava ment okkara starvsfólkahóp til trygt at seta fólk i støður, har tey kenna seg uttan fyri trygdargeiran. Tá luttakarin hevur vant seg við støðuna, er hann aftur innanfyri trygdargeiran. Hesar menniskjaligu støður eru tær somu, vit uppliva,  tá broytingar eru á arbeiðsplássinum.

Mátin, vit fáa so nógv fólk til at “flyta seg” í avbjóðingum, ber í sær, at okkara luttakarar ofta siga: “Hevði eg vitað av hesum áðrenn, var eg helst ikki komin við ... Gott, eg einki visti.”  Okkara royndir hava víst, at succesupplivingar hava positiva ávirkan á fólk.

Strongdarfyribyrgjandi

Nýggju tíðirnar hava við sær, at alsamt fleiri mugu lúta av strongd, tí vit ikki siga frá. Torir ein luttakari ikki at fremja eina avbjóðing og sigur frá, meðan onnur hyggja at, brúka vit tað positivt. Soleiðis stimbrast luttakarin í at tora at siga frá. Tað eigur tú at gera, um arbeiðsplássið leggur ov nógvar uppgávur á tínar herðar. Tann góði leiðarin metir tað høgt, tí hann veit ikki altíð, hvussu nógv hann hevur lagt á herðarnar á tí einstaka. Tann góði leiðarin virðismetir at starvsfólk siga frá, tí hann ikki altíð er tilvitaður um,  hvussu nógvar uppgávur hann hevur lagt á herðanar hjá tí einstaka.