Tjørnuvík

Tjørnuvík - Risin og Kellingin

Uppliva ta vøkru náttúruna úr vøkru og hugnaligu bygdini Tjørnuvík í eini kajakk. Um veðrið loyvir tí, verður róð út til Risan og Kellingina.

Hesin túrurin er fyri roynd og óroynd. Øll kunnu luttaka í kajakk á hesum túri.

Kajakkirnar hjá NAX eru havkajakkir, ið eru sera tryggar fyri óroyndar rógvarar.

Um tað ikki viðrar, verður farið frá aðrari bygd, eitt nú Kvívík, Hósvík ella Hoyvík.

Ein kajakktúrur er ein fantastisk náttúruuppliving. Tú følir veruliga tann føroyska ymiskleika og vakurleika í náttúruni.

Í minsta lagi 3 og í mesta lagi 10 luttakarar á túrinum.

Túrurin er leygardagar kl. 10 í tíðarskeiðinum 1. mai til 31. august 2020.

Bílegg her

 

Hósvík

Hósvík

Kom við umborð á eina kajakk fyri at uppliva ein hugnaligan kajakktúr í økinum millum Streymoy og Eysturoy.

Vitjað verður á Selatrað, Ravnagjógv og gomlu hvalastøðini við Áir.

Túrurin byrjar við eini kunning um rógving og trygdarmannargongdir. Tað varir uml. 45 min. Síðan verður ein túrur upp á tveir tímar.

Um tað ikki viðrar, verður farið frá øðrum bygdum, eitt nú Kvívík og Hoyvík.

Í minsta lagi 3 og í mesta lagi 10 luttakarar á túrinum.

Túrurin byrjar í Hósvík leygardagar kl. 17.

Bílgg her

 

Drangarnir

Drangarnir

Kajakktúrur úr hugnaligu og vøkru bygdini Bø er ein stórsligin náttúruuppliving. Róð verður út til Tindhólm og gjøgnum Hólmasund til Drangarnar. Um viðrar, verður róð ígjøgnum Drangan og fram við steyrrætta berginum. Túrurin endar aftur í Bø.

Á túrinum verður lagt stilt og ein góður kaffimunnur verður notin.

Í minsta lagi 3 og í mesta lagi 10 luttakarar á túrinum.

Túrurin er sunnudagar kl. 10 í tíðarskeiðinum 1. mai til 30. september 2020.

Bílegg her

 

Tórshavn

Tórshavn

Kom við á ein fantastiskan kajakktúr av Havnar vág og fram við sjóvarmálanum niðan til Boðanes. Vitjað verður í Vágsbotni og á Bursatanga. Møguleiki verður eisini at síggja strondina í Sandagerði.

Møtt verður í Álakeri, sum er vestara havnin í Tórshavn. Kajakktúrurin er fyri øll.

Í minsta lagi 3 og í mesta lagi 10 luttakarar á túrinum.

Túrurin er mikudagar kl. 16 í tíðarskeiðinum 1. mai til 30. september 2020.

Bílegg her

 

Kvívík

Kvívík

Kom við á ein kajakktúr í ótrúligum náttúruumhvørvi.

Um tað ikki viðrar, er møguleiki at byrja úr øðrum bygdum, eitt nú Hósvík og Hoyvík.

Í minsta lagi 3 og í mesta lagi 10 luttakarar á túrinum.

Túrurin er mikudagar kl. 16 í tíðarskeiðinum 1. mai til 30. september 2020.

Bílegg her

BOOKING BOOKING