GPS Xperience

NAX hevur tikið eina nýggja framkomna GPS skipan í brúk. Skipani er sera væl egna til toymismennandi tiltøkini sum vit fyriskipa.

Gps – skipanin er so framkomin, at hon eisini kann brúkast til at leggja postar inn, t.d. við søguligum støðum, filmar ella myndir.

Skipanin virkar soleiðis, at vit leggja postar inn í skipanina, sum lutakaranir skulu ganga fram á. Tá tey eru á positiónini, plingar ein spurngur ella uppgáva upp.

Í fakligum arbeiðshøpi kunnu uppgávurnar vera faklig innlegg sum virkið ynskir at starsfólkini skulu læra. Tað kann t.d. tað vera nýggj strategi, arbeiði við trygd ella okkurt heilt annað.

Skipanin kann eisini brúkast sum trivnaðarkanning.

Øll úrslit kunnu útskrivast, soleiðis at virkið kann máta uppá vitan ella trivnað. 

Vit vegleiða og seta sama eina skrá eftir kundans ynski.