Túrar í Føroysku fjøllunum

NAX fyriskipar ymiskar túrar í Føroysku fjøllunum. Túrarnir vera skipaðir í samstarvið við viðskiftafólkið eftir tørvi, áhuga og ynski.

Instruktørar hjá NAX eru knýttir at túrunum, har teir vegleiða og hava ábyrgdina av at viðskiftafólkið fær ein tryggan og góðan túr.  

Niðanfyri eru hugskot til gongutúrar, ið NAX skipar fyri.

 

 

Saksun - Tjørnuvík

Vitja tað vøkru bygdina Saksun. Leiðin gongur til grannabygdina, Tjørnuvík, við ferðaleiðara. Gingið verður eftir gomlu fjallagøtuni, ið var einasta farleið millum bygdirnar báðar, og sum var nýtt av læknum, prestum og sýslumonnum í gomlum døgum.

Á Fjallatindinum daga Risan og Kellingina undan, og Tjørnuvík, sum liggur so vøkru umgird av stórbærum fjøllum, er at síggja.

Tíð verður eisini at spáka í hugtakandi bygdini.

Minst til heit klæði, góðar skógvar, matpakka og vatn.

 

Fyri Vestan

Gongutúrur fyri vestan á Streymoynni runt Sornfelli til Norðradals.

Á túrinum sæst tað stórbæra Atlantshavið, har oyggjarnar Vágoy, Sandoy, Hestur og Koltur rísa upp úr djúpinum, og skapa eina vakra rammu um hesa undurfullu náttúruuppliving.

Minst til heit klæði, góðar skógvar, matpakka og vatn.

 

 

 

Føroya hægsta fjall - Slættaratindur

Ganga niðan á Føroya hægsta tind. Njóta tað undrunarverda útsýni yvir firðirnar, tær vøkru oyggjarnar og teir kavakløddu fjallatindar. Njóti ein kopp av kaffi á Føroya hægsta tindi. Staðkendur ferðaleiðari er við á túrinum.

Minst til heit klæði, góðar skógvar, matpakka og vatn.